Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Hóskvøldið 21.januar kl. 19 fer grønlendingurin Lasse Bjerge Landbúnaðarrágevið, sum er uppvaksin á Royndarstøðini í Upernaviarsuk í Suðurgrønlandi, at greiða frá sínum royndum, sum eru gjørdar við seyðabrúki og gartnarí í Grønlandi.

Fyrilesturin verður á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Eisini verður Oddjó Stovugarð frá Heilsufrøðiligu starvstovuni við, og fer Oddjó at greiða frá um ridluskriða.

Royndarstøðin í Upernaviarsuk hevur 325 áseyðir, sum kann metast við teir stóru hagarnar í Føroyum, har verða eisini gjørdar royndir við grasi og grønmeti.

Tiltakið, sum Føroya Óðalsfelag skipar fyri, er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo