Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu mótmæli eg harðliga teimum ætlanum, sum landsstýrið hevur við fyriliggjandi uppskoti um fiskivinnunýskipan, sum m.a. hevur hesar fylgjur fyri vinnuna í Klaksvík og Norðoyggjum:

  • Uppboðssølu- og tilfeingisgjøld verða løgd á vinnuna, sum fara at kosta vinnuni í Klaksvík og Norðoyggjum eina trísiffraða milliónaupphædd í mistum avlopi og harvið eisini færri íløgum og arbeiðsplássum
  • Antitrust-reglur ætlast ásettar, sum næstan bara hava avleiðingar fyri eitt av stóru vinnu-samtøkunum í Norðoyggjum
  • Útlendskur kapitalur skal úr fiskivinnuni á sjónum. Hetta rakar somuleiðis eitt av stóru vinnu-samtøkunum í Norðoyggjum

Klaksvíkar kommuna hevur gjøgnum árini gjørt íløgur fyri trísiffraðar milliónaupphæddir í at skapa karmar fyri okkara høvuðsvinnu. Hesar íløgur eru gjørdar út frá galdandi lógarverki, sum ger tað møguligt hjá kommununi at fáa nakað aftur av teimum íløgum, sum gjørdar eru í karmar um fiskivinnuna.

Tí er tað ómetaliga óheppið og als ikki at góðtaka, at kollveltandi broytingar av fiskivinnulóggávuni verða gjørdar, sum taka frá kommunum og lokalsamfeløgum, ið hava satsað fiskivinnu, fyri at geva øðrum økjum, sum ikki hava raðfest og gjørt tilsvarandi íløgur.

Fiskivinnunýskipanin er nógv umrødd í miðlunum og á tingi, men enn havi eg hoyrt millum lítið og einki um, hvørjar tær økisligu og kommunalu avleiðingarnar verða av tí kapitaldrening av vinnuøkjunum kring landið, sum fyriliggjandi uppboðssølu- og tilfeingisgjøld fara at elva til, har okkara kommuna kann væntast at verða einaharðast rakt av øllum, tí fiskivinnan er so týðandi partur av okkara inntøku- og lívsgrundarlag.

Tað er umráðandi, at vinnunevnd løgtingsins ger sær greitt, at henda ætlaða kollvelting av høvuðsvinnuni fer at kosta Klaksvíkar kommunu dýrt.

Sambært landsstýrisins egnu viðmerkingum og útrokningum kann væntast, at samlaðu, árligu uppboðssølu- og tilfeingisgjøldini verða umleið 500 mió. kr.

Av hesum kann roknast við, at fiskivinnan í Norðoyggjum fer at bera ein ógvuliga munandi part av hesum, tí hon er so stórur partur av samlaðu føroysku fiskivinnuni.

Sí niðanfyri standandi leysliga yvirlit yvir skip og bátar í Norðoyggjum, samanborið við alt landið, sum vísir, at ein munandi partur av vinnuni er í Norðoyggjum, sum í dag eru okkara høvuðs inntøku- og lívsgrundarlag.

Les alt hoyringssvarið her

Høvuðs lívsgrundarlagið hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum er sjó- og alivinnan.

At sjó- og alivinnan er høvuðs lívsgrundarlagið hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum er ógvuliga eyðsýnt, tí sum niðanfyri standandi yvirlit vísir, so er ein munandi partur av hesi vinnu staðsettur í Klaksvík og Norðoyggjum:

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum eru 2 fabrikstrolarar á fjarleiðum – av íalt 4 í øllum landinum - (Gadus og Sjúrðarberg)

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum eru 3 uppisjóvar fabriksskip – av íalt 3 í øllum landinum - (Norðborg, Christian í Grótinum og Næraberg)

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum eru 3 pelagisk fiskiskip – av íalt 8 í øllum landinum - (Borgarin, Norðingur og Slættaberg)

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum eru 6 partrolarar – av íalt 16 í øllum landinum - (Slættaberg, Saksaberg, Stjørnan, Polarhav, Grønanes, og Vestmenningur)

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum eru 7 línuskip – av íalt ca. 17 í øllum landinum - (Klakkur, Núpur, Kvikk, Jákup B., Ågot, Pison og ‘Riba’)

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum eru 3 trolbátar – av íalt ca. 10 í øllum landinum - (Fiskifarið, Varðin og Olga Maria)

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum eru 9 útróðrarbátar undir 90 tons - (Norðsøki, Kallanes, Bragd, Brandur, Líðhamar, Bjørgvin, Karlamagnus, Havsbrún og Sigurfarið)

[Í Klaksvík er harumframt ein garnabátur, sum roynir við havtaskugørnum: Guðrun]

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum er størsta flakavirki í øllum landinum

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum er eitt tað besta aliøki í landinum við nógvum góðum firðum

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum eru 4 smoltstøðir (á Kalsoynni, á Norðtoftum, inni í Dølum og á Strond), har tann fjórða, sum í løtuni verður bygd, verður ein tann størsta smoltstøðin yvirhøvur

·  Í Klaksvík og Norðoyggjum búgva nógv fólk, sum sigla við altjóða sjóvinnufyritøkum

Eitt álop á fiskivinnuna er tí eisini eitt álop á Klaksvíkar kommunu!

Ein niðurlaging av fiskivinnuni er tí eisini ein niðurlaðing av Klaksvíkar kommunu!

- og tað er nakað, ið eg sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu á ongan hátt kann góðtaka.

Sama kann, eftir mínum tykki, sigast um allar norður-eystur Føroyar, sum fevnir um Klaksvík og Norðoyggjar, Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð, har samanlagt umleið 10.000 fólk búgva.

Saman við Skálafjarðarøkinum er hetta eitt øki, har aktørar og kommunur veruliga hava satsað sjó- og alivinnu, bæði á sjógvi og landi, og hava gjørt stórar íløgur í hetta.

Les alt hoyringssvarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo