Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Mikukvøldið 21. oktober kl. 20.00 verður ókeypis fyrilestur í Reinsarínum á Tórsgøtu við donsku Anju Ringgren Lovén.

Anja hevur í 2014 stovnað eitt barnaheim í Nigeria og børnini, ið búgva á barnaheiminum eru børn, sum Anja og toymi hennara hava bjargað undan deyðanum. Hetta eru sokallaði ‘Heksabørn’.

Í Nigeria er nógv pátrúgv, og millum annað trúgva tey, at tá ið eitthvørt keðiligt hendir einari familju, so er tað tí, at barnið í familjuni er eitt sokallað 'Heksabarn'.

Tá eitt barn verður ákært fyri at verða eitt 'Heksabarn', verður tað pínt við sýrðu, bukað, svøltað, útihýst av familjuni ella dripið.

Hetta fer fram dag og dagliga í Nigeria, men Anja og toymi hennara bjarga teimum børnunum, tey eru før fyri, og gera eisini nógv upplýsingararbeiði fyri at broyta hugsjónina hjá fólki í Nigeria.

Komið og hoyrið fyrilesturin við djørvu Anju, sum stríðist fyri at bjarga hesum børnum.  

Les meira um Anja Ringgren Lovén og hennara arbeiðið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo