Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

John William Joensen á Facebook: Eri grundleggjandi ósamdur við tí sum valevni Miðfloksins, Ragnar Ludvíg, skrivar í morgun á sínum Facebook vanga.

Eg fegnist stórliga um at vit búgva í einum landi har vit hava frælsið og rættindi til at trúgva og enntá at tosa opið um okkara trúgv. Í stórum parti av heiminum verða kristin forfyld og enn í dag mugu doyggja fyri sína trúgv.

Eg fegnist eisini um at vit liva í einum samfelag har eisini tey samkyndu hava frælsið at liva og virka á jøvnum føti við allar aðrar samfelagsbólkar. Í stórum pørtum av heiminum verður hesin samfelagsbólkur forfyldur og mugu eins og kristin láta lív fyri sín samleika.

Tey sum hava staðið á odda fyri stríðnum fyri hesum í dag sjálvsøgdu rættindum hava uppiborið stóra virðing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo