Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Fyrrverandi formaðurin í íslendska Alþýðuflokkinum (íslendski Javnaðarflokkurin), Jón Baldvin Hannibalsson, er fyri álvarsomum skuldsetingum í íslendskum miðlum.

Millum annað skrivar RUV, íslendska kringvarpið, at hann hevur fingið hjálp frá løgguni at leggja dóttrina inn á psykiatriskt hospital, tá hon konfronteraði hann við royndum at nálgast - gott og væl - uppi í eini gentu, hon gekk í skúla saman við.

Eisini sigur dóttirin í samrøðu við útvarpið Rás 2, at hann hevur kynsliga misbrúkt fleiri kvinnur, eisini hana sjálva.

Aldís hevur skuldsett pápan Hannibalsson í fleiri ár fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnur, og fleiri av teimum hava nú eisini greitt frá tí alment. 

Aldís, løgfrøðingur og lærari, var fyrstu ferð innløgd á sálarsjúkrahús í 1992 eftir boðum frá pápanum sum tá var íslendskur uttanríkisráðharri. Síðani hevur hon verið innløgd fimm ferðir eftir boðum frá pápanum. 

Í samrøðuni við Rás 2 sigur Aldis, at familjan sigur at hon er sálarliga sjúk og eigur tí eingin at trúgva hennara skuldsetingum, men hon hevur kanningarúrslit frá læknum sum siga, at hon er ikki sálarliga sjúk, men ávirkað av at vera misbrúkt av pápanum. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo