Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum
Vinna

- Álvaratos, tað mátti verið líka lætt ella lættari at broytt hatta, sum at fara undir stórmál sum at framskunda tunnilsverkætlanir. Mær vitandi liggur uppskotið og loysnin uppi á Akstovuni og bíðar eftir tær og hevur gjørt tað í langa tíð. Tá ið alt kemur til alt, er trydgin á vegunum tín ábyrgd, og vóni og vænti eg, at tú fert undir hetta skjótast.

Soleiðis skrivar Hans J. Hermansen, fyrrverandi koyrilærari, í opnum brævi til Henrik Old, landsstýrismann.

Hann sipar til, at tað í dag er munandi truplari at fáa koyrikort til buss enn tað var fyri nøkrum árum síðani. Tí tíma fleiri ikki at fara í holt við tað, og tað er ein trupulleiki, tí nógvir bussførarar í Føroyum fara frá fyri aldur, og trot er á bussførarum.

Hetta skrivaði VP um fyrr í summar í greinini: Tey rópa varskó: Tað verður truplari og truplari at fáa bussførarar

Hans J. Hermansen sigur við VP, at hann hevur tosað við landsstýrismannin um hetta, men higartil uttan úrslit. Tí hevur hann valt at seta skrivið til Henrik Old á sín facebookvanga.

- Nú er meginparturin av ferðavinnuskeiðinum 2018 farin aftur um bak, og eg tori at siga, at í mongum førum er ella hevur koyringin við ferðafólki verið nærum ábyrgdarleys, um vit samanbera við trygdarkrøvini í londunum kring okkum. Sum ein teirra, ið hava havt við frálæru innan hetta økið at gera, kann eg ikki bara sita stillur og hyggja at, meðan einki hendir, og eg hevði væntað, at vit vóru komin nakað longri, enn vit eru, skrivar Hans J. Hermansen millum annað.

Hann vísir á kravið sum er, at tann sum ætlar sær koyrikort til buss skal hava koyrt lastbil vinnuliga í minst eitt ár seinastu trý árini, fyri yvirhøvur at sleppa ígongd.

- MEN tú kanst ganga aðra leið, og hon er, at tú við koyrikorti til vanligan persónbil og minst 21 ára gomul/gamalur setur teg í flúgvaran (ella fert umborð á Norrønu), flytur til Danmarkar at búgva í 6 vikur, gongur á donskum koyriskúla, fært danska statin at gjalda bróðurpartin av kostnaðinum, fært útbúgving sum vinnuligur bussførari, flytur heimafturtil Føroya og kanst byrja at virka sum bussførari, meðan hon ella hann, ið hava IKKI møguleika at gera tað sama, mugu bara standa undrandi og hyggja at. Er hetta ikki at gera mannamun? Og megnar tú einki at gera við hetta?

Álvaratos, tað mátti verið líka lætt ella lættari at broytt hatta, sum at fara undir stórmál sum at framskunda tunnilsverkætlanir. Mær vitandi liggur uppskotið og loysnin uppi á Akstovuni og bíðar eftir tær og hevur gjørt tað í langa tíð.

Tá ið alt kemur til alt, er trygdin á vegunum tín ábyrgd, og vóni og vænti eg, at tú fert undir hetta skjótast.

Eg skrivaði til tín um hetta fyri viku síðan, men havi einki frætt aftur - tí hetta skrivið, og tí noyðist eg at fara aðrar leiðir fyri at royna at fáa gongd á hetta álvarsmálið, skrivar Hans J. Hermasen millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo