Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Merkisdagar

Í dag fyllir formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, 50 ár.

Jørgen Niclasen er føddur 17. januar 1969 og hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðani 2007.

Jørgen Niclasen hevur verið valdur á ting síðani 1994. Árini 1991-93 var hann fastur varamaður hjá Svend Aage Ellefsen, og eisini tíðarskeiðið 1989-1990.

Frá 1998 til 2003 var hann fiskimálaráðharri.

Hann hevur eisini verið formaður í fleiri løgtingsnevndum, millum annað Vinnunevndini og Fíggjarnevndini. 

26. september 2008 var hann uttanríkisráðharri og varaløgmaður til 19. januar 2011.

Og fíggjarmálaráðharri frá 14. november 2011 til 15. september 2015.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo