Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Føroya Tele: Ert tú til reiðar til eitt pakkað summar við HM-fótbólti? Trappan í Vágsbotni verður aftur karmur um fótbólt á stórskíggja, og hesaferð verður heldur ikki spart upp á krútið. Vit leggja út leygardagin 16. juni, tá danir og íslendingar spæla fyrsta dystin í bólkaspælinum.

Tú minnist kanska fótbóltsævintýrið í 2016. Trappan, Ísland og EM. Vit hava gjørt tað áður, og nú gera vit tað aftur. Vit sparka summarið í gongd á trappuni í Vágsbotni við HM-fótbólti á stórskíggja, og vit leggja út við einum braki leygardagin 16. juni, tá tveir dystir eru á skránni.

Tað er Føroya Tele, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Televarpið.

Fyrst vísa vit grannavíkingarnar úr Íslandi, sum veruliga mugu finna stríðsandan fram, tá teir møta Messi og hinum bóltsnillingunum úr Argentina. Síðan vísa vit dystin millum Danmark og Peru, sum loksins er aftur at síggja í HM-fótbólti. Tað var í 1982, at Peru seinast var við í einum HM-endaspæli.

Umframt alt tað góða, sum heldur til í Vágsbotni, verður meira av tí góða á skránni henda dagin, tá karmarnir kring Trappuna verða endavendir. Millum annað kunnu nevnast fleiri ymiskar stuttleikakappingar.

Leygardagurin 16. juni er einans startskotið, tí fyri framman eru fleiri HM-dystir, sum verða vístir á stórskíggja á Trappuni. Vit fara fyrst og fremst at fylgja gongdini hjá grannum okkara úr Íslandi og Danmark í bólkaspælinum.

Vit vita, at í Føroyum er nærum alt, sum gongur fyri seg uttandura, tengd at veðrinum, og tískil verður kunning send út so hvørt, nær HM-dystir verða á stórskíggja á Trappuni. Kortini kanst tú longu nú seta X í kalendaran 22. og 26. juni, tí tá vísa vit dystirnar hjá Íslandi móti ávikavist Nigeria og Kroatia.

Vælkomin til eitt pakkað summar við HM-fótbólti á trappuni í Vágsbotni, og lat okkum endurskapa góða hýrin, sum var fyri tveimum árum síðani. Huh!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo