Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Havnar badmintonfelag og Badmintonsamband Føroya, bjóða komandi vikuskiftið 23 og 24 september, til Bank Nordik Open 2017.

Hetta er fyrsta Grand Prix kappingin av tilsamans 5 Grand Prix kappingum, sum eru á skránni hetta kappingarári, sum gongur fram til Apríl 2018.

Henda fyrsta kappingin verður í badmintonhøllini í Tórshavn.

Spælt verður í hesum bólkum.

U.11-U.13-U. 15- U. 17 og vaksin.

Áhugin at spæla badminton er sum heild stór, og stór tilgongd er av ungir leikarum, so vantandi vera nógvar spennandi kappingar í vetur.

Meir um skránna og kappingar, sæst hjá Badmintonsamband Føroya, BSF.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo