Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Sambúgvarnir báðir John-Erik Vika og Kjell Jostein Andersson ætla sær at gerast fyrsta samkynda parið sum verður vígt í eini norskari kirkju. Søguliga hendingin verður í Eidsvold kirkju tann 18. februar.

– Hetta er sera spennandi. Ikki bert verður hetta tann fyrsta vígslan av samkyndum í eini norskari kirkju, men tað verður eisini á søguligari grund. Ólav tann Heilagi kom til messu her í 1017, fyri 1000 árum síðani, sigur John Granly, sum er talspersónur fyri komandi hjúnini, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo