Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Politikkur

Lars Løkke Rasmussen forsætisráðharri stendur til at missa stjórnarvaldi, vísur nýggj veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR Nyheder.

Var val í dag høvdu forsætisráðharrin og flokkarnir í bláum blokki bert fingið 76 sessir, meðan andstøðan, sum er sokallaði reyðblokkurin og flokkurin Alternativið, høvdu fingið 94 sessir. Uttan Alternativið fær reyði blokkurin 87 sessir í fólkatinginum.

Flokkurin Stram Kurs, sum hvørki peikar á Mette Frederiksen ella Lars Løkke Rasmussen, stendur til at fáa 2,6 prosent av atkvøðunum, sum gevur flokkinum 5 sessir í Fólkatinginum, skrivar DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo