Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Krutl

So sluppu Sofía og Dánial endiliga á senuna, og tað var eitt brak!

Soleiðis skriva føroyingarnir sum kappast í karaoke kapping í Kanada í hesum døgum.

- Sofía var longu sum hin triðja á senuni. Hon sang Before he cheats hjá Carrie Underwood og tað var ein veldig og innlivandi framførsla. Dánial var sum nummar 23 og við All night long hjá Lionel Ritchie ein bumba á senuni. Væl upplagdur, smílandi og dansandi undirhelt hann fjøldina, verður sagt.

Millum báðar sangirnar sungu okkara sangarar eina duet, One hjá U2 við Mary J. Blige. Hetta var eisini ein fantastiskt framførsla, har bæði suppleraðu hvønn annan væl.

Í morgin er aftur eitt umfar, og tá er Sofía sum nummar 6 og Dánial 10.

Tey syngja ávikavist Hurt hjá Johnny Cash og Change the World við Eric Clapton.

Í duet umfarinum syngja tey Whiskey Lullaby við Brad Paisley og Allison Kraus.

- Tá øll hava sungið finna vit útav, um vit koma víðari, siga vónríku føroyingarnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo