Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fólk við nógvum pengum á bók í Jyske Bank skulu nú gjalda fyri hetta.

Markið er sett við 7,5 mió kr og tá er innlánsrentan sett til minus 0,6%. Hesum boðaði bankin frá í dag tá hann kunngjørdi hálvársroknskapin.

Fleiri danskir bankar hava í eina tíð kravt pengar frá vinnukundum og eitt nú kommunum og fakfeløgum við nógvum pengum á bók. Men nú er so stigið tikið til at fevna um múgvandi privatkundar eisini.

- Vit gera tað tí at vit rokna við óvanliga lágum og negativum rentum í nógv ár fram, sigur ein av stjórunum í Jyske Bank, Anders Dam við DR.

Við Jyllandspostin sigur Lars Krull, sum er serfrøðingur í bankum og fíggjarstovnum, at tað er bara ein spurningur um tíð til fleiri og kanska allir bankar fara at taka pengar afturfyri at ansa eftir pengunum hjá privatfólki.

Men onki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt. Við Finans sigur grannskoðarin Christian Bækmark, at negativar rentur mugu kunna dragast frá í skatti, eins og rentuinntøka verður skattað.

Longu í november 2016 segði Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik við VP, at summir føroyskir kundar við stórum innlánum gjalda fyri at hava pening standandi á bók. Hann segði tó tá, at hetta als ikki kom uppá tal fyri vanligar privat- ella vinnulívskundar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo