Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Skúli

Á myndini (frá vinstru): Katrin Thomassen, Ragnhild Jógvansdóttir, Elisabeth Johannesen, Dávur Emil Gaardlykke, Barbara Apol, Jógvan Zachariassen, og Haraldur Djurhuus

Sjey bachelor-lesandi í Búskaparfrøði og Virkisfrøði á Fróðskaparsetri Føroya hava í dag, tann 4. juni, vart sínar bachelor-ritgerðir. Harvið eru tey fyrstu lesandi á nýggju útbúgvingini í Búskaparfrøði og Virkisfrøði á

Setrinum liðug við sín lestur. Bachelor-prógvið gevur møguleika fyri at søkja víðari lestur í Føroyum og uttanlands ella at fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin.

Fyrireikingarnar til útbúgvingina byrjaðu í 2014 við góðari hjálp frá peningagávu frá TF Holding, og fyrsti árgangur av lesandi í Búskaparfrøði og Virkisfrøði varð tikin inn í september 2016. Upptøka til Búskaparfrøði og Virkisfrøði var eisini í 2017. Næsti árgangur av lesandi verður tískil liðugur næsta summar.

Upptøka til lestur í Búskaparfrøði og Virkisfrøði verður aftur í heyst. Umsóknarfreistin er 1. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo