Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vágatíðindi

Fólkaflokkurin gjørdi sítt best løgtingsval í mong mong ár bæði tá ið hugsað verður um atkvøðutal og prosent, og tí var formaðurin Jørgen Niclasen móttikin við fýrverki, tá ið han kom aftur til Sørvágs eftir formanumfarið í Kringvarpinum, eftir at úrslitið var greitt.

Fólkaflokkurin fekk tilsamans 8290 atkvøður sum størsti flokkur, ella 24,5 prosent. Framgongdin frá valinum í 2015 var 5,6 prosent.

Persónliga gjørdi formaðurin Jørgen Niclasen sítt besta val nakrantíð.

Umboðini hjá Fólkaflokkinum eru:

1Beinir Johannesen995
2Jacob Vestergaard779
3Jørgen Niclasen724
4Jógvan á Lakjuni680
5Christian Andreasen583
6Jákup Mikkelsen549
7Uni Rasmussen464
8Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur461

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo