Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Vinna

Hetta hevur verið ein góður túrur hjá flakatrolaranum Gadus, sum nú er farin at sigla heim við fullari last, har meginparturin er flak.

Gadus fór av Klaksvík fyri tveimum mánaðum síðani og nú hann er farin at sigla móti kontrollpunktinum, eru 730 tons í lastini.

Gadus hevur roynt í russiskum sjógvi henda túrin.

Seint mikukvøldið ella hósdagin verður Gadus væntandi á Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo