Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Tiltøk

Treysti: Kom við til rennitiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2019" á Summarfestivalinum, ið Treysti og Føroya Bjór skipa fyri.

Vælumtókta tiltakið verður leygardagin kl. 11.00 á Summarfestivalinum.

Øll, sum luttaka, eru við í kappingini um góðar vinningar frá Føroya Bjór:

- 3 x gávukort á 320 kr. frá Føroya Bjór
- 3 x t-shirt frá Føroya Bjór
- 5 x 6 pakk av Jolly Cola

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út", og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis, og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Guttorm Sørensen og Eileen Matras frá Treystinum siga: “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summarfestivalinum.

Hetta tiltakið, saman við Føroya Bjór, er nú vorðin ein fastur táttur á Summarfestivalum, og verður afturvendandi komandi árini.”

Aftaná renningina er møguligt at fáa okkurt leskiligt frá Føroya Bjór.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo