Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Ongin roknskapur fyri 2018 er latin inn, og felagið handan Gamla hotellið í Miðvági, smápartafelagið Magenta, er nú sent til tvingsilsavtøku.

Skráseting Føroya hevur 17. september skrásett, at verandi leiðsla er farin frá og Føroya Skiftirættur er innkomin sum ábyrgdarhavandi í felagnum.

Smápartafelagið Magenta hevur havt misjavnan rakstur og eginognin við árslok 2017 var minus tvær milliónir krónur. Samlaða skuldin var umleið seks milliónir, harav tann rentuberandi sambært Vinnuvitan var umleið ein millión krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo