Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Krutl

At Føroyar eru vorðnar alsamt meira kendar úti í heimi seinnu árini, er ikki nakað nýtt.

Hóast hetta kunnu tað vera tey fægst, sum vænta, at lýst verður við føroyskum ferðamáli í asiatiska landinum Mongolia.

Tað er tó júst hetta, sum verður gjørt - um enn á ein heldur óbeinleiðis hátt.

Í høvuðsstaðnum Ulaanbaatar lýsa tey við sjónvarpum í handilssmiðstøðini Shangri-La Mall, og á einari sjónvarpslýsing (sí mynd omanfyri) sæst Gásadalur. 

Myndina hevur Kristjan H. Kristjansson tikið í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo