Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Innlendis ítróttur

Kvinnurnar hjá EBS/Skála luttaka í hesum døgum í Champions League undankapping í Estlandi.

Føroysku kvinnurnar leiktu í dag fyrsta dystin í kappingini. Dystyrin var ímóti kasakstanska meistaraliðnum BIIK Kazygurt, og endaði hann við einum 9-0 ósigri, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 6-0 til kasakstansku kvinnurnar.

Leygardagin skulu EBS/Skála kvinnurnar upp ímóti finska PK-35 Vantaa, og týsdagin stendur síðsti dysturin í kappingini á skránni ímóti estiska Flora.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo