Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Tónleikur

Í kvøld kl. 23 verður eitt heldur øðrvísi tiltak í Reinsarínum í Havn, tá Gender Bender Party fer av bakkastokki. Tað er FIMFF, sum skipar fyri tiltakinum, ið bjóðar nýggj tónleikanøvn, Dolly Parton drag show og sensuellan dans.

Hetta er annað árið á rað at Gender Bender Party verður í sambandi við FIMFF. "Seinsta ár var eitt dragshow við Tinus, og tað var so mikið væl móttikið, at vit valdu eisini at hava tað í ár.", sigur Nadia Abraham, fyriskipari av FIMFF. Í ár verður tað kenda Megan Moore, sum fer at framføra eitt Dolly Parton show. "Vit vita, at føroyingar hava ein serligan tokka til Dolly, so vit vænta, at hon verður væl móttikin", sigur Nadia. Afturat Megan Moore, vera nýggjar, føroyskar og útlendskar drag queens, sum hava luttikið í FIMFF Drag Academy hesar dagarnar, og sum fara at framføra eitt lag hvør. "Tað verður eisini sera forvitnisligur orientalur dansur, sum vanliga er forboðin fyri monnum at dansa, men sum El Eli Sultan hevur fingið tokkað til og fer at framføra fyri okkum í kvøld," sigur Nadia og greiður frá, at El Eli Sultan varð føddur í Libanon, og býr í dag í París og verður brúktur sum dansari í filmum og filmsløgum. Eisini framførir hann kring allan heimin við sínum sensuella dansi.

"Vit hava eisini fingið sera viðurkendu GNUČČI, sum er eitt 'up-and-coming' navn innnan klubb-tónleik, og sum fleiri føroyingar eisini kenna.", sigur Nadia, sum er serliga errin yvir, at hava fingið eitt so viðurkent navn hendan vegin. GNUČČI nýtir eitt breitt úrval av stílum, eklektiskum ávirkanum og tónaleikaligum rúmi at gera stórfingnar, bass-hugaðar sangir. Afturat GNUČČI fer DJ Tonny Liljenberg eisini at spæla kvikkandi tónleik. Tonny hevur arbeitt sum plátuvendari í 20 ár, og er eisini eigari av Draghouse í Keypmannahavn og framleiðslustjóri í einum av størstu drag tiltøkum í verðini, nevnliga Drag Night í sambandi við CPH Pride. "Tonny skal eisini vera dómari til Drag framførslunar í kvøld, har hann skal velja eina, sum kann sleppa at framføra í Draghouse í Keypmannahavn." sigur Nadia, sum er sera spent at síggja nýggju drag queens og gleðir seg til veitsluna í kvøld: "Eg vóni at fleiri fara at koma til hetta sera forkunnuga kvøld í kvøld, sum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum áður."

FIMFF stendur fyri Faroe Islands International Minority Film Festival og heldur til í Reinsarínum og Perluni í døgunum 11.-13. oktober. Filmar, sum snúgva seg um átrúnaðarligar, kynsligar, etniskar minnilutar, verða sýndir hesar dagarnar og somuleiðis ymsar framløgur um evnini og samtalur við filmsfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo