Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

Í døgunum 1. til 8. mai skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í UEFA menningarkapping í Lettlandi, og frá 7. til 14. mai eru tað U17-genturnar, ið skulu sama túr til lettlendska høvuðsstaðin, Riga.

Umframt Føroyar og Lettland, vera Norðurírland og Estland eisini við í kappingunum.

At manna hópin hjá U17-landsliðnum við dreingjum hava Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, úttikið hesar 18 spælararnar:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gundur E. Petersen, Valur (ICE)
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Fróði P. Rasmussen, B36
Magnus Holm Jacobsen, B36
Hanus Sørensen, HB
Sølvi Sigvardssen, NSÍ
Steffan S. Løkin, NSÍ
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Jógvan Petersen, HB
Bjarti V. Mørk, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Filip í Liða, AB
Tórur Jacobsen, KÍ
Elias Gilstón, AaB Ålborg (DEN)
Sveinur Lava Olsen, HB
Pól Jákup Lundsbjerg, NSÍ

Skráin (U17 Dreingir)
3. mai: Føroyar - Norðurírland
5. mai: Føroyar - Lettland
7. mai: Estland - Føroyar

Jan Mølvad Laursen og Bára S. Klakstein eru venjarar hjá U17-landsliðnum við gentum, og tær, ið eru úttiknar til UEFA menningarkappingina í Lettlandi, eru hesar:

Eyðgerð R. Mikkelsen, B68
Julia N. Mortensen, TB
Poula Andreasen, HB
Rúna Olsen, B68
Hanna K. Poulsen, KÍ
Sólvá S. Olsen, B71
Emma Hansdóttir, B36
Rebekka E. Danielsen, FGI Stavanger (NOR)
Sara S. Lamhauge, HB
Kristin P. Højsted, TB
Rebekka K. K. Olsen, Varde IF (DEN)
Armgard Undir Leitinum, B36
Randi á Bergi, KÍ
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Ruth Christensen, Víkingur
Rebekka J. Olsen, B68
Sanna Jacobsen, KÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Skráin (U17 Gentur)
9. mai: Lettland - Føroyar
11. mai: Føroyar - Norðurírland
13. mai: Føroyar - Estland

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo