Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

”Fyri tykkara skuld, verður navn Guds spottað millum heidningarnar.”

Tá ið eg í gjárkvøldið hugdi at sendingini ”Gud signi Føroyar”, so skilji eg væl vertslig menniskju, at tey fáa spýggjandi vaml fyri øllum, sum kallast kristi evangelium.

Í 1.Kor.1.18. sigur Paulus: ”Tí dárskapur krossins er víst teimum (jødum,grikkum) dárskapur,...” Tað er ein dárskapur. Tí er ikki tørvur á at gera tað enn meiri dáraaktigt, men í sendingini í gjárkvøldið, fekk hetta sera góða hjálp frá Hans Berntsen, og teimum, sum eru viðhaldsfólk hansara.

Eg eri sjálvur frelstur við náði Harrans Jesusar, og prædiki eitt reint og satt evangelium, men eg má bert viðganga, at eg gjørdist flóvur og ein vreiði stakk seg upp í hjarta mítt, táið eg sá hetta religiøsa komediuspæl.

Vónandi verði eg ikki settur í bás saman við slíkum, sum draga evangeliið niður á eitt slíkt niveau.

Tað finst knapt nøkur upprættan fyri slíkt humbukk.

Tað verður ov leingi at greiða frá her. Men Hans Berntsen greiddi frá, at hann las um undur og tekin á hvørjari síðu í evangeliunum um Jesus. Tað er eisini satt.

Men fólk, sum Hans og onnur, sum mangla Guds opinberilsi í skriftini burdu sæð, at Jesus prædikaði um 1000ára ríki og teirra vælsignilsir, ið fylgja við.

Tað var tað evangelium og tilboð hann kom við til jødarnar. Men teir tóku ikki ímóti.

So kemur evangeliið til Paulus, sum ikki prædikaði um 1000 ára ríkið, men um náðina og tilboðið til heidningarnar. Og hetta er ikki sama evangelium.

Merkir hetta so, at Gud ikki grøðir og ger undur?

Nei, men vit í endatíðini av náðitíðarhúshaldinum fyri Laudikeatíð kunnu ikki flyta 1000ára grøðing og vælsignilsir fyri 1000ára ríkinum inní okkara tíð. Tað handlar um at hava tunguna mitt í munninum.

Eg skal taka tvey dømir.

Paulus sigur við unga eftirfylgjara sín, Timoteus: ”Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær.”

Halda tit, at Jesus vildi sagt so?

Sjálvsagt ikki.

Hann vildi grøtt Timoteus.

Men stóri, mektigi Paulus fekk ikki bilbugt við magatrupulleikarnar hjá Timoteus, men biður hann ístaðin njóta vín, fyri at fáa magan í balansu.

Eitt annað dømi er, táið Paulus refererar og sigur: ”Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.”

Vildi Jesus sagt við sínar ápostlar, at Hann læt Trofimus sjúkan eftir í Milet?

Sjálvsagt ikki.

So mugu vit bert játta útfrá skriftini, at eftir Jesu heimferð, reduseraðust grøðingar sera sterkt.

Tó lesa vit eitt sindur í ápostlasøguni um slíkt.

Jesus segði, at Hann var komin at frelsa, grøða, reinsa spitølsk osv.

Hvar finna vit slík úttalilsir í brøvunum hjá Pæturi, Paulusi, Jákupi ella Jóhannes?

Aftur til Hans. Tað var eitt satt komediushow uttan grensir.

Er Gud eisini bert reduseraður til at forleingja bein?

Hevur man specialiserað seg til nøkur bein og samstundis sett Gud í hesa rammu?

Hví er ongantíð talan um, at tað eina beini kanska er ov langt í mun til hitt, kundi Gud ikki kanska stytt tað?

Eg má bara siga, at meðan hesi sokallaðu bein verða ”forlongd” so avkortast andaligi vísdómurin.

Kunnskapurin avkortast meiri og meir, andaligt vit og skil avkortast, bíbliunnar samlaði vitnisburður styttist.

Religiøsi andin, sum ger fólk tóm í sinni, ger at andaliga sjónin er stytt til ikki at kunna síggja framum nøsina og man hevur ikki ein andaligan horisont longri enn sín religiøsa dunnuhyl.

Prikkurin yvir i’ið var tá ið Snorri Brend fortaldi um sína beinleingjan á 3-4 centimetrar.

Heini í Skorini spurdi, um Snorri hevði havt hetta alt sítt lív, og eitt jonkasligt svar kom, sum greiddi frá, at hetta mátti hann nokk hava havt alt sítt lív.

Og hetta skulu vit, ið kenna skriftina, og tey, ið vamlast við evangeliið trúgva.

Hvat hugsar maðurin? Kann tað veruliga passa, at tá ið Snorri var føddur, so sóu læknarnir ikki, at annað beini var 3-4 centimetrar styttri?

Sá ikki jarðarmóðurin nakað? Ikki foreldrini? Ikki systkini? Ikki barnalæknin? Ikki kommunulæknin? Ikki heilsusystirin? Ikki ítróttarlærarin? Ikki ungdómsvenjarin? Ikki konan? Ikki børnini? Ikki fysioterapauturin, ikki røntgan?

Álvaratos!

Fyri slíkt, so er ikki løgið, at navn Guds verður spottað?

Hvør skal kunna taka evangeliið í álvara og fáa respekt fyri, at ein Gud finst, táið slík fólk fremja slíkan vitnisburð og slíkar handlingar sum Hans?

Eg trúgvi á Guds orð og á Guds skapan, eingin ivi í tí!

Men eg trúgvi eisini á evolutiónslæruna, men bara á mótsattan veg.

Og tað er, at menniskju síggja út til at fara aftur til tann skapning, sum tey komu frá. Tey avkortast og avkortast og ganga skjótt á øllum fýra.

Táið hesi sokallaðu grøðingarmøtini eru, so verður gjørt nógv burturúr og forvantningarnir eru stórir.

Tí var tað ein stór sorg at síggja hasa fittu, vøkru gentuna fara heim aftur líka blind, sum hon kom, og ein sorg at síggja handan unga mannin fara líka sjúkan heimaftur við óreinari húð.

Paulus talar til unga Titus og sigur, at tað er nakað, ið eitur ”prýða læru Guds, Frelsara okkara!”

Men henda sendingin reiv teppið undir øllum slíkum og setti eina skomm á evangeliið.

So eigur ikki at vera!

Gevist við at senda boð eftir fleiri beinforleingjarum!

Hallur Sørensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo