Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Fyri nøkrum døgum síðan stakk eg inn á gólvið hjá vinfólki, og prátaðu vit um leyst og fast. Prátið kom eisini inn á persónlig viðurskifti, tí hesar reglur.

Annað av hesum báðum er í tí vanlukkuligu støðu, at hon fær ikki arbeitt orsakað av sjúku, sliti og nógvari pínu.

Men Almannaverkið, ella Almannastovan sum tað eisini varð kallað, tók sær væl av viðkomandi, so at nóg mikið fekst til dagsins uppihald. Stuðul varð veittur til tað neyðturviliga.

So hendi tað, ið átti at verið ein sólskinssøga, nevniliga at Amor blandar seg uppí og skjýtur sínar ørvar av stað, rakar hesi bæði, og liðugt var.

Nakað seinri giftust tey, hóast tey eru ikki nakrir ársungar, men kortini undir eftirlønaraldur - og so átti henda søgan at endað her.

Men gakk, so skjótt sum kunningin um vígsluna kom almenna myndugleikanum fyri oyruni, broyttist alt.

Veitingin frá Almannaverkinum varð skerd, hin makin skuldi lata part av sínari inntøku í felags húsarhaldið og mangt annað broyttist. Einki løgið í tí, men...

Um hesi bæði gjørdu av at liva saman leysagift, hevði teirra fíggjarliga støða verið munandi øðrvísi. Veitingin frá Almannaverkinum hevði ikki verið skerd, og makin, sum hevur arbeiði, hevði frítt kunnað rátt yvir sínari inntøku. Tey høvdu havt betri ráð.

Og nú, tá ið tey nærkast eftirlønaraldri, fær tað eisini fylgjur fyri eftirlønarupphæddina – tí tey eru gift.

Á ólavsøku ganga okkara fólkavaldu stásklødd oman í Dómkirkjuna og niðan aftur í Løgtingið. Hetta man helst vera tekin um, at okkara samfelag byggir á kristnu siðalæruna.

Men er tað ikki eitt sindur mótsigandi at koma úr kirkjuni og seta seg at lóggeva soleiðis, at tað loysir seg betur hjá teimum veikaru í samfelagnum at liva saman ógift ella kanska at lata seg skilja fyri at kunna liva eitt nøkulunda virðiligt lív?

Og hesi bæði munnu neyvan vera tey einastu, ið verða revsað soleiðis.

Nei, eg spyrji bara.

Hans J. Hermansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo