Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Varðin: Seinastu dagarnar hava fólk frá P/F Varðanum verið í Skagen í sambandi við yvirtøkuna av danska uppisjóvarskipinum Gitte Henning.

Tróndur í Gøtu, sum hevur fingið maskinskaða, kemur at liggja við kaj til komandi vár, og tí ætlaði P/F Varðin at gera avtalu við eigaran av Gitte Henning um leigu av skipinum.

Fyri at flyta føroysk fiskirættindi yvir á skipið, varð tó neyðugt at keypa skipið, og skráseta tað í føroysku skipaskránni. Avtala er tí gjørd um ein keypsáttmála við møguligum afturkeypi um eitt ár.

Á Varðanum eru tey sera spent at síggja, hvussu skipið kemur at roynast, og tí at talan er um nýtt skip, verður góðskan vónandi fyrstafloks.

Av tí at avgerð ikki er tikin, um skipið verður verandi í flotanum, kemur skipið at eita Gitte Henning 1.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo