Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Í døgunum 24. november til 7. desember verður sjónleikurin "Glansbilledsamlerne" sýndur á Den Danske Scenekunstskole í Keypmannahavn.

Leikurin er bygdur yvir fyrsta part av skaldsøguni "Glansbílætasamlararnir" eftir Jóanes Nielsen.

Skaldsøgan kom á føroyskum í 2006 og er síðan givin út á donskum, norskum og íslendskum, og nú er hon so eisini vorðin sjónleikur.

Sjónleikurin er próvuppseting hjá Johan Sarauw, leikstjóralesandi á danska palllistaskúlanum. Hann hevur sjálvur skrivað leikin, ið fer fram í Føroyum í 1950'unum og snýr seg um eina familju í hvítisunnusamkomuni, sum stríðist við óttan um ikki at passa inn í ein felagsskap, har næstrakærleikin - at síggja til - ræður.

Leikurin er bygdur upp sum ein installasjón, har áskoðararnir sjálvir eru ein partur av leikinum.

Lesið meiri á heimasíðuni hjá Den Danske Scenekunstskole: https://ddsks.dk/da/kalender/glansbilledsamlerne

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo