Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Bøkur

Nýggja bókin "Glottar úr trolarasøguni" er komin í bókabúðirnar. Óli Olsen úr Klaksvík, búsitandi á Argjum, hevur skrivað.

Umrøddir verða stívliga 60 føroyskir síðutrolarar - frá Lord Alfred Paget í 1905 til Magnus Heinason í 1961. Myndir eru av teim allar flestu.

Sjálvt av norska trolaranum, Trawlfisk, sum Sámal Petur Petersen (Gamli Sámal Petur) í Fuglafirði átti í, eydnaðist at fáa mynd. Trolarin sigldi í 1922 út frá Fuglafirði.

Fyrstu mongu trolararnir vóru kolfýrdir, síðan komu teir oljukyndu og seinni aftur motortrolararnir.

Í høvuðspartinum "Minnisbrot úr trolaralívi" verður mangt og hvat tikið fram. Eitt nú greiðir Svenning Johannesen, skipari á sørvágstrolaranum Vesturskini, frá, tá ið báturin við kjokkfullari saltfiskalast legði seg á Barðinum ávegis á Sørvág. Teir vóru um at ganga burtur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo