Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Vinna

Reiðarin á Sandshavið, Kristian Martin Petersen, hevur sent Fiskivinnuráðnum sínar persóinligu viðmerkingar í sambandi við uppskotið  til kunngerð hjá landsstýrismanninum um áseting og útrokning av fiskiorku. 

- Tingini henda skjótt og freistirnar eru stuttar at gera viðmerkingar í feriutíðini. Tí sendi eg hetta av mínum eintingum til tykkara, og hetta skal lesast sum viðmerkingar frá reiðarínum hjá Sandshavinum. Føroya Reiðarafelag hevur skrivað sínar viðmerkingar, sum eg ynski at útgreina eitt sindur, sigur reiðarin, og heldur áfram:

Vit skulu minnast til, at eitt hóskandi, nýtt línuskip hevur uml. hesar støddir sum t.d. nýggja Sandshavið, sum vit hava teknað og ætla at byggja: 53,80 m x 13,20 m x 6,10 m = 4.332 m³.

Tey nýggju, norsku skipini eru uml. 61,80 m x 13,50 m x 6,20 m = 5.172 m³.

Tað er onki í vegin fyri, at vit kunnu endurnýggja línuskipaflotan, um politiska landslagið byggir undir hetta heldur enn forðar tí.

Sí leinkið til nýggja skipið Geir, sum verður latið eigarunum í 2020: trýst her

Ætlaða avmarkingin á 2.772 m³ hevur onki við veruleikan at gera og vísir, at frá politiskari síðu er ikki ætlanin at lata føroysku línuskipini taka lut í tí menning, sum annars stendur fyri framman viðv. endurnýgging av fiskiskipaflotanum.

Eitt skip, sum er 2.772 m³ er í besta føri betri enn tey gomlu, sum vit hava.

Tað elsta er frá 1959, Havbúgvin, og siglir enn.

Onnur eru frá 1960 og 1963, so tað er týðiligt, at tá ið vit nú fara at skifta skipini út við nýggj skip, so verður lopið lutfalsliga størri enn tá vit settu tey 70 nýggju stállínuskipini inn í staðin fyri sluppirnar frá 1956 til 1970.

Serliga í Noregi hava línuskipini verið frammalaga tey seinastu 30 árini, og teir byggja nú 3. og 4. ættarlið av nútímans línuskipum, har vit bara hava ráð at keypa tey, sum í teirra verð ganga undir heitinum 2. ættarlið.

Og tað syrgiligasta av øllum er, at vit hava keypt línuskip heim aftur til Føroya, sum blivu bygd til Føroyar í 1980’unum, men tey fingu onga liviðtíð her vegna væntandi veiðumøguleikar, ringar prísir og kreppuna, sum rakti okkum fyrst í 1990’unum.

Tá keyptu normenn hesi skipini, hava brúkt tey á tamb og selja tey aftur til okkum fyri okursprís, tí tað er tað einasta, sum vit megna.

Kortanei skal hetta vera gongdin, og vit mótmæla, at hypotetiska talið á 2.772 m³ nú skal vera markið fyri burðardyggari menning.

Talið er tikið úr leysum lofti og hevur onki við endurnýgging at gera, tá vit hyggja at teimum skipunum, sum vit einaferð fara at byggja til føroysk viðurskifti.

Hugtakið “Alt í land”, burðardygg veiða, trygd, konfort, grønur profilur o.a. krevja størri skip enn nú, og hesi eru meira enn tvífalt so stór sum ætlaða forðingin sigur.

Eitt línuskip dregur 25.000 – 35.000 húkar um dagin. Alt eftir veðri, dýpi og umstøðum annars. Hetta broytist ikki lutfalsliga eftir støddini á skipinum.

Tí er fiskiorkan ikki líka tengd at rúmmetrum sum onnur veiðuorka, t.d. motorstødd á trolarum og tal av gørnum, og ætlaða markið á 2.772 m³ eigur tí als ikki at vera í lógini, um ætlanin er at menna føroyska línuskipavinnu, sum annars skapar uml. 225 ársverk á sjógvi, uml. 160 á landi umframt avleidda vinnu, sum letur vørur og tænastur til skipini og virkini.

Les eisini:

Fiskivinnuráðið: Broyting ger tað torført at endurnýggja línuflotan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo