Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Bøkur

Fríggjakvøldið 20. septembur kl. 20.15 verður forkunnug bókaframløga í húsi Nólsoyar Páls.

Bókin, ið verður løgd fram, er skaldsøgan GLOYMDUR, ið er fyrsta útgávan hjá journalistinum, Solby A. Christiansdóttir.

Ein maður liggur til at doyggja á landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent.

Men hví er tað komið so langt? 

Og hvør hevur ábyrgdina?

Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini.

Bókin byggir á veruligar hendingar - um deyðasjúka mannin og sjúkrahúsverkið.
 
Skráin verður hendan:
Archibald Black greiðir stutt frá húsunum.
Hans Andrias Jackobsen spælir tvey til trý løg.
Uni Holm Johannesen prátar við rithøvundin, Solby A. Christiansdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo