Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Innlendis ítróttur

Irena Nolsøe skrivar: Ein góður sunnudagur hjá føroysku rógvarunum í Long Beach í Kalifornia.

Vit høvdu sett nakrar dagar av til at venja okkum við tíðarmunin, men tað er ikki so lætt. Flestu eru farin til songar eftir nátturðan, og so á fótum aftur um 4-5-tíðina á morgni :) Men hetta hevur ikki ávirkað tað góða lagið í hópinum, tíbetur.

Kappingardagurin um heimsmeistaraheitini hevur verið góður, har Elsa Magnussen og Sarita Hansen kappaðust fyrst. Elsa varð nr. 2 aftanfyri eina sera sterkan rógvara, men Elsa róði sína bestu tíð nakrantíð - 07:08.1. Hon luttók í bólkinum 27-35 ár.

Sarita, sum róði í lættvektsbólkinum 27-35 ár, vann við tíðini 07:29.0. Sarita fór nakað afturum fyrru helvt av róðrinum, men megnaði at halda sína ferð, meðan kappingarneytin byrjaði at dragna. Sjálv sigur Sarita, at hon kundi hugsað sær at róð skjótari, men hatta var ok.

Triði róðurin var við Jens Kristian Dam. Her var eisini ein sera sterkur rógvari við, sum skjótt legði hinar aftur um seg. Jens Kristian dystaðist um 2. plássið, men varð ov stuttur, tá kreftirnar gingu undan í endanum. Tíðin hjá Jens Kristian varð 06:42.2. Hann luttók í bólkinum lættvekt 43-49 ár.Bergur Dam Jensen hevur eisini verið í kapping í dag. Bergur umboðar KÍF-kappróður og hevur sjálvu fingið ferðina í lag. Bergur gjørdist nr. 2 í lættvetsbólkinum 27-35 ár.

Seinni varð kapping í 500 m spurti. Hesar kappingarnar vóru ikki uppdeildar í vektbólkar, so okkara lættvektarar høvdu tað ikki lætt.

Elsa og Sarita kappaðust móti hvør aðari í bólkinum 27-35 ár, og vann tungvektarin á lættvektararnum - Gull til Elsu og silvur til Saritu. Kappingin er skipa soleiðis, at nógvir bólkar rógva samstundis. Elsa róði so mikið væl, at hon hevði triðbestu tíðina, har opni bólkurin eisini var við. Elsa hevði tíðina 01:35.8 og Sarita 1:40.0.

Jens Kristian róði aftaná í bólkinum 43-49 ár. Hann róði tíðina 1:28.8, ið rakk til eitt 7. pláss.Bergur frá KÍF róði í opna bólkinum, har hann fekk eitt 3. pláss við tíðini 1:27.1.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo