Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Viðmerkingar til Ingilín Strøm, sum tosar um grøna umlegging og ávarar um fíggjarligan ójavna millum fólk.

Hon leggur upp til almenna íblanding og samfelagsbanka.

“Tað er so synd í teimum, sum ikki megna at skifta til grøna orku.” Her er beinleiðis talan um ‘klientgering’ av fólki, tá ið tað kemur til orkuloysnir.

Her má eg líka viðmerkja, at hetta ikki hevur við sosiala sáttmálan millum landið og einstaklingin, at gera. Tí trygdarnetið, sum samfelagið varar av og sum vit taka sum givið. Latið okkum hava tað í huganum.

Í løtuni er samfelag okkara væl fyri og hesa støðuna skulu vit varveita. Tí ræður um, ikki at renna alt um koll, við ábyrgdarleysum vallyftum.

Í almennum høpi eru vit klientar - sum børn og ung, sum sjúk, brekað, veik og sum gomul. Eg vildi fegin, at vit høvdu kunna róst okkum av, at hesi viðurskifti vóru góð og mennandi.

Men tað haltar á fleiri økjum og eg vildi somuleiðis ynskt, at tað vóru hesi øki, ið fyrst og fremst fingu alla ta játtan og umsorgan, sum tey so dyggiliga hava tørv á. Eg vildi eisini ynskt at vit, tvørtur um floksmørk og hugsjónir, stóðu saman um at veita okkara veikastu samfelagsborgarum, alt tað besta.

Men eg síggi, at vit áhaldandi vaksa um samfelagskøkuna og royna at klientgera størri og størri part av fólkinum. Í hesi ræðandi gongdini verða tey, ið veruliga hava hjálp fyri neyðini við skerdan lut.

Fyri at koma aftur til evnið um orkuloysnir, eru konstruktiv viðurskifti at umrøða. Í sambandi við hetta ítøkiliga málið, at leggja um frá dálkandi til iiki-dálkandi orku, hava vit júst hoyrt SEV harmast um lítlu ferðina á umleggingini og at tað gongur ov seint.

Henda staðfestingin frá SEV verður samstundis ein áheitan til  fólk um at leggja um og:

• Ein áheitan til fyritøkur um at síggja hetta økið sum eitt nýtt forrætningsøki, bæði innan orkuloysnir og vegleiðing, og eisini í samband við íverksetan av orkuloysnini.

• At fíggjarstovnar og lánsveitarar eisini siggja forrætningina í, at bjóða fígging til hesa íløgu.

• Ella, at orkuveitari og fíggingarveitari, skrúva saman eina loysn og eitt nýtslugjald, sum svarar til tað, sum fólk í dag gjalda fyri, t.d. oljufýr.

Øllum hesum bíða vit eftir í spenningi. Tá verða ikki vinnarar og taparar og skiftið kann gerast meira lagaligt.

Her er ivaleyst mest talan um at skipa viðurskiftini, soleiðis at fakligheit, førleiki, útboð og eftirspurningur fylgist at.

Við tíðini økir hetta so mikið um nýhugsan og umlegging, at grøna leiðin verður bíligari, og at fólk soleiðis merkja sparingina, samanborið við olju.

Tá hava vit ikki gjørt fólk til klientar, men fingið seljara og keypara at finna hvønn annan í nýggjum samhandli.

Bergun Kass, Framsókn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo