Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Við fíggjarlógini fyri 2019 er ætlanin at hækka játtanina til fleiri vegir, stovnar og feløg í Eysturoynni. Serliga fegnist eg um hægri játtan til Rásina í Saltangará, sum er eitt framúr gott tilboð til okkara ungu, og um neyðuga innkomuvegin til Runavíkar.

Hægri raðfestingar til børn og ung
Nú fíggjarnevndin hevur lagt fram álitið fyri fíggjarlógina 2019, eru tað fleiri raðfestingar, sum eg eri serstakliga fegin um. 

Fyrst og fremst fegnist eg um, at tað er eydnast at fáa eina hægri játtan til Rásina í Saltangará. 

Rásin er eitt heildartilboð til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan, og eru vit í Javnaðarflokkinum samd um, at talan er um eitt gott tilboð, sum vit ynskja at varðveita og menna.

Týsdagin í vikuni var eg so heppin at fáa næmingarnar á Rásini á vitjan í løgtinginum, og eg havi eisini fleiri ferðir verið og vitjað tey í Saltangará.

Tað er altíð ein fragd at møta hesum lívsglaðu menniskjum, og síggja hvussu tey fáa læring til lívið við dugnaligum starvsfólkum rundan um seg. Men tørvur er á at betra um undirvísingarumstøðurnar, og at víðka tilboðið, so enn fleiri kunnu fáa gleði av Rásini.

Tí fegnist eg um, at meirilutin fegin vil raðfesta, at ferð verður sett á arbeiðið, so at fyrireikingar kunnu verða gjørdar at fremja ta verkætlan, sum leiðslan á stovninum hevur arbeitt við. 

Umframt Rásina eru tað eisini aðrir felagsskapir, sum hava fingið hægri játtan. Her kann eg til dømis nevna KRIS á Toftum, Skótarørsluna á Selatrað, Frælsi á Eiði og Beran, sum øll hvør sær gera eitt stórt arbeiði fyri okkara týdningarmesta tilfeingi - børnini og tey ungu. Eisini Blákrossheimið á Nesi er raðfest í fíggjarlógini. 

Betri vegir og tunlar
Ofta verður tosað niður á raðfestingar í asfalt og betong. Men vit mugu ásanna, at skulu vit trívast á einum plássi, er tað neyðugt við tryggari ferðslu.

Í nógv ár hevur tørvur verið á at breiðka Selatraðarvegin, og við eini játtan á 2 mió. til hetta endamálið, verður sjøtil nú settur á arbeiðið. 3 mió. verða settar av til viðlíkahald av tunlum og brúm, og aðrar 2 mió verða settar av til at fyrireika tunnil úr Gøtudali til Skálabotn.

Nú tað í 2020 verður koyrandi millum Runavík og Tórshavn er tørvur á betri vegakervi, millum annað at leiða ferðsluna úr økinum norðanfyri Gøtueiði um Skálabotn og eftir vestara armi á Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin.

Harumframt verða 4 mió raðfestar til innkomuvegin í Runavík. Eitt arbeiði, sum má gerast, og sum nú verður veruleiki. 

Við nýggja undirsjóvartunlinum verður Eysturoyggin enn tættari høvuðsstaðnum. Longu nú síggja vit, at hetta hevur sett ferð á menningina í oynni, og tað er eingin ivi um, at henda gongdin heldur fram.

Tí er tað umráðandi, at vit hugsa langt og at vit hugsa bygdirnar og býirnar í Eysturoynni inn í framtíðar miðstaðarøkið. 

Eg gleðist um tær góðu raðfestingarnar, sum við hesi fíggjarlógini fullu til Eysturoynna, og eg fari framhaldandi at arbeiða fyri, at virksemið í Eysturoynni verður raðfest. 

Djóni Nolsøe Joensen,
løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo