Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Andaktir

Gripin av boðskapinum um Kristus kom kallið at boða Guðs fríu náði í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara. Lesturin í halgubók menti trúnna, sum vaks og búnaðist í stillum. So kom tíðin til tænastu, eins og alt á foldum hevur sína tíð.

Áhugavert er at vera partur av eini størri heild og kenna, at heit hjørtu eru fylt við Guðs anda í medferð, orðum og verki. Andin er lív og vøkstur, ið sæst og hoyrist.

Í nýggjari tíð er tað Føroyska Bíbliufelagið eitt andaligt vártekin. Hóast ymisk í sinn og skinn standa kristin úr kirkjum og samkomum saman sum eitt brøðralag í trúnni á frelsaran og Harran Jesus Krist.

Á árliga limafundinum í Christianskirkjuni í Klaksvík 12. apríl 2016 varð kunngjørt, at Bíbliufelagið er vorðið góðkent sum sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum saman við 118 øðrum londum. 1)

Tað er ein náði saman við øðrum at hava fingið kallið at bera heimsins besta boðskap til øll fólkasløg.

Orðið um Jesus er ein løkur við lívsins vatni. Jesus er meira enn alt annað, ið er vert at umrøða.

Uppgávurnar í Guðs ríki eru mangar. Valla fær nakar kristin allar náðigávur Guðs, men óbeinleiðis fáa øll kristin lut í allari Guðs fyllu sum limir á Kristi likami. Tað krevst Heilaga Andans vegleiðing at finna fram til og hvíla í tí, ið gjørdist okkara persónliga kall.

Vit mega vera trúgv mótvegis Guðs kalli. Vit mega halda kósina, ið Jesus setti okkum. Viðhvørt uppliva vit, at onnur vilja leggja eitt ok á herðarnar við kravi um, at vit í kallinum eru strangari ella mildari í medferð, talu og verki.

“Tí at við teirri náði, sum mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara millum, at hann ikki skal hugsa hægri um seg, enn hann eigur at hugsa, men heldur hugsa við skynsemi, alt eftir sum Guð hevur býtt einum og hvørjum sítt mál av trúgv.” (Rómverjabrævið 12,3).

Tá ið Guð kallar og býtir einum og hvørjum sítt mál av trúgv, mega vit góðtaka hvør annan og tann gerning, vit hvør í sínum lagi gera í Guðs ríki. Vandamikið er tað, um vit vilja gera øll kristin menniskju eins, t.e. góðtaka tey, um tey hóska inn í okkara egnu mørk, avmarkingar ella kassar.

Onkursvegna megnar kristnin ikki veruliga at virða fjølbroytni í boðan, hóast halgabók nevnir nógvar hættir við atliti at prædiku, talu og vitnisburði. Til dømis nevnir skriftin vísdóms talu, kunnskapar talu, profetagávu og tungutalu.

Tað er ein andaligur veikleiki og avmarking av Guðs skynsomu kallan, um kristnin einans góðtekur tað, ið er mín egni stílur ella háttur. Okkara náðileysa døming og fordøming er eitt hent amboð hjá illamanni, Guðs mótstøðumanni. Vit kunnu køva ein frískan spíra, vit kunnu kvala eina boðandi rødd, og vit kunnu reka menniskju burtur frá Jesusi.

Kenni menniskju, ið vitnaðu um friðin og gleðina í Harranum Jesusi. Í dag er øðrvísi, og hin glaði vitnisburðurin er viknaður. Vónsvikin og særd, tí vit – brøður og systrar í Harranum – ikki royndust sum systkin. Hóast vit á dómadegi ikki kunnu lasta nakran fyri okkara ævigu lagnu innanvert ella uttanfyri borgargarðar Guðs, er vert at minnast, at vit hava medábyrgd av trúnni hjá øðrum.

Kveikjandi og rannsakandi var at lesa bókina “Guðs navn er miskunn”. Bókin er ein samrøða við Frans páva, ið tók við leiðsluni í tí rómversku katólsku kirkjuni í 2013. Høvuðsevnið er Guðs fyrigeving, miskunn og várkunn mótvegis menniskjum, ið koma í neyð av sær sjálvum vegna synd, føll og mistøk.

“Har hugt verður í náði til menniskju, finna vit Kristus. Snýr tað seg einans um at halda uppi eini strangari lóg, finna vit einans prestarnar og ikki Kristus.” 2)

Tað gjørdist mítt kall at vísa til ta gleði og ta fríu frelsu, sum vit av náði ognast í trúnni á Guðs fullgjørda verk í Jesusi Kristi. Sáttargerðin er dýrt goldin og vunnin við Jesu við deyða á krossi sum loysigjald fyri vára synd og mistøk.

Vit mega halda fast við kósina og ta Guðs ætlan, ið gjørdist okkara kall. Vit mega ikki nýta niðrandi ella særandi orð um tænastuna hvør hjá øðrum. Vit mega søkja Jesus, rinda møðina við hansara kross og hava tað himmalska málið í eygsjón. Amen.

Orðið: “Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl og lænið, uttan at vænta at fáa nakað afturfyri, og mikil skal tá verða løn tykkara, og tit skulu verða børn hins hægsta; tí at hann er góður við tey ótakksomu og illu.” (Lukas 6,35).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimildir:
www.biblia.fo tann 13. apríl 2016.
Andrea Tornielli, “Pave Frans, Guðs navn er barmhjertighed”, Kristeligt Dagblads Forlag 2016, bls. 90. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo