Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Tað vóru tvey skalvalop, ið herjaðu á tann aldagamla býlingin í Gerðum sjálvan grækarismessudag í 1745 og 1765, sum kravdu mong mannalív. Atvoldin var ein ovurhonds skalvur, sum losnaði undan Kjalarbrúnni, og sum við hesum legði henda serstaka býlingin undir Kjøli  í oyði.

Eitt eindømi í landinum
Bæði úthús og sethús vórðu tikin av grund. Og hóast tað at 5 fólk doyðu av fyrra skalvalopinum, so blivu bóndahúsini í Norðurstovu og Niðristovu við úthúsum endurreist á staðnum.

Av tí seinna skalvalopinum – 20 ár seinni - doyðu heili 20 fólk av teim 26 fólkunum, ið tá búðu á báðum gørðunum.

Allur stórviðurin var í knúsi og kundi tí ikki nýtast aftur. Meðan tær fáu fjalirnar, ið dugdu so mikið, blivu í neyðini nýttar til líkkistur. Tástani fluttu gerðabøndur stovurnar oman hagar, ið tey nú eru.

Talandi toftir
Á vetri 1948/49, táið vit búðu úti í Gravardali, gekk eg dagliga framvið hesum tyrvdu -  og tó talandi – toftum - við tí snøgga 200 ára minnisvarðanum - sum ættarfólk reistu millum báðar stovutoftirnar tann 12. mars í 1945.

Í skúlanum hoyrdu vit um hesar vanlukkurnar og lósu meiri seinni um, hvat ið vártingsbøkurnar, Robert Joensen og Símun Hansen løgdu fyri dagin um hesar sorgarleikir.

Í skúlanum lærdu vit  - alt annað líka - eisini um eina aðra ovurhonds vanlukku, sum líka brádliga raktu italska býin Pompeii, táið gosfjallið Vesuv við Napoli fór at goysa, tann 24. august, í árinum 79.

Sjálvur var eg í Pompeii í 1966, og har var nógv grivið út tá og verður hetta framvegis kannað og varisliga handfarið. Staðið er eitt stórt turistmál og verður fjølment vitjað av ferðandi hvønn dag í árinum.

Tey seinastu árini hava fús og áhugað fólk - bæði privat og myndugleikar - gjørt munandi avrik við at varpa ljós á søgu og sagnir í Norðuroyum.

Minnisvarðar
Nólsoyingurin, Páll, og gerðamaðurin, Jógvan Fríðrik, hava fingið síni bæriligu eftirmæli reist í sama umhvørvi á Biskupsstøð. Waagstein og Elinborg við eru komin fram í dagin.

Fyri ikki at tala um Kópakonuna, sum í ljósi, litbrigdi og brimgangi úr Norðurhavsins veldi hevur kollvelt bæði bygd og oyggj vegna streymin av vitjandi úr øllum landinum - og úr øðrum londum við - sum altrá vilja síggja meistaraverkið hjá Hans Paula Olsen.

Henda sorgblíða søgnin um kópakonuna, sum søguliga sæð hevur líka lítið av veruligum kjølfesti, sum tann fitti sangurin hjá Hans Andriasi, um hin raska dreingin frá Fjallafonn, sum tó gjørdist kongur í Babylon.

Merkiligt, men so løgi er tað – at um søgnin/søgan/listaverkið bara “vendir rætt” (sum kópakonan) í tilevning og umhvørvi - so spyrst nakað heilt annað burtur úr eini hugbirting - av mentanarligum (og vinnuligum) gagni - og gevur avrikinum og verandi býarskipan eitt nýtt innihald. Hetta svitast ikki.

Hvat nú?
Spurningurin er tí hesin: Er tíðin nú komin til at grava toftirnar í Gomlu Gerðum fram í dagin, hesar toftir sum væl kunnu vera fleiri hundrað ár eldri enn tey 250 árini, síðani skalvalopini herjaðu á býlingin uppi á Grundum?

Her er ikki talan um eina torgreidda søgn ella ævintýr: “Men er tann beri veruloyki!”, sum ein kendur løgtingsmaður, sáli, úr Norðuroyggjum plagdi at taka til í orðadrátti.

Og hvussu gerst hetta veruleiki?

Jú, SEV rendi seg fast av nøkrum ærgistoftum við Eiðisvatn í sambandi við vatnútbyggingina í 1980’unum.

Tá varð valt – og vitiliga í samstarvi við avvarðandi myndugleikar – at leiga eini 10 fakfólk og lesandi uttanlands at grava benið út í tørvi.

Hetta avrikið tók nakrar fáar vikur á hásumri og kostaði bara einar tríggjar milliónir krónum. So var leyst og liðugt - umframt at leiðarin fyri manningini fekk góðkent eina phd-ritgerð burtur úr sjálvum útgrevstrinum.

Er hetta ein gongd leið?

Eg havi skilt á gerðabóndum at hesir eru áhugaðir, klárir og til dystin fúsir. Og vóru tað ikki júst tríggir gerðamenn, sum vóru oddvitar til tað framúr væl eydnaða átakið við kópakonuni?

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo