Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Tiltøk

Felagið Føroysk Træseglskip: Siglt verður á Toftir í morgin, fríggjadagin 21. juni, har komi verður kl. 19 – sí skrá á heimasíðuni hjá Tofta kommunu.

Av Toftum verður siglt á Tvøroyri, har gomlu træskipi verða partur av Jóansøkuni – sí Jóansøku skrá á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.

Sunnudagin 23. juni verður Merkisgudstænasta í Fámjin.

Farið verður í skrúðgongu, úr túninum har barnaheimið hjá Jens Olivuri var. Mouritz Mohr, merkisberari gongur á odda við MERKINUM, sum hann bar í Keypmannahavn og í Nordmandsdalinum.

Aftaná fylgja Jógvan Fríðriksson, bispur og Jónsvein Bech, sóknarprestur. Síðani kemur kirkjuliðið..

Skrúðgongan fer í kirkjuna, har merkisberarin stendur við MERKINUM undir gudstænastuni.

11:00

Gudstænastan byrjar.

Biskupur prædikar.

Jónsvein Bech, prestur, sigur nøkur orð um upprunamerkið, og hví tað hongur í Fámjins Kirkju, og um Merkið sum savnandi tjóðarsamleiki.

Eftir Gudstænastuna verður gingið út aftur í skrúðgongu - MERKIÐ sum Fámjins kirkja fær til gávus, verður standandi í kirkjuni.

 Kaffi verður at fáa í tjaldi, sum er reist uttan fyri kirkjuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo