Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Jacob Vestergaard á Facebook: Eftir at ein útlendskur myndamaður hevur givið ilt av sær, tí hann ikki slapp at hóreiggja sær, sum hann vildi í bø og haga, tá hann var í Føroyum í summar, hevur eitt ávíst orðaskiftið tikið seg upp.

Vit hoyra aftur um “óskipaði viðurskiftir”, “ruðuleika” og viðurskiftir sum minna um “wild-vest”. Orsakað av øllum hesum ruðuleikanum, mugu vit beinan vegin fáa greiðar mannagongdir v.m.

Tað eru tey somu, Visit Faroe Islands og ferðaskrivstovur, sum koma við slíkum úttalilsum. Tey halda tað verða sjálvtsagt, at ferðavinnan skal vinna pening við at brúka privatu ognina hjá øðrum.

Funnist verður at hagastýrisformonnum, seyðamonnum, bøndrum o.ø. sum dagliga røkja bø og haga, tí hesi krevja pening frá ferðafólki, sum brúka teirra privatu ogn.

Boðskapurin er greiður. Ferðavinnan skal hava ræðið og avgera, hvør skal sleppa inn á privata ogn hjá øðrum. Tey skulu hava ræði á, hvussu tey skulu uppføra seg og ikki minst, hvussu nógvan pening tey ferðandi skulu gjalda, og hvat peningurin skal brúkast til.

Eg havi ikki áður hoyrt um slíkan frekleika.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo