At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

José Mourinho hevur gjørt Manchester United til ein gullkandidat aftur og liðið liggur enn nummar tvey í Premier League, 8 stig aftanfyri Manchester City.

Men tá ið tað kemur til útidystir móti teimum stóru liðunum, so er statistikkurin ikki serliga góður, sambært norska Dagbladet.

1. Oktober 2016: Liverpool - Manchester United 0-0
2. Oktober 2016: Chelsea - Manchester United 4-0
3. Apríl 2017: Manchester City - Manchester United 0-0
4. Maj 2017: Arsenal - Manchester United 2-0
5. Maj 2017: Tottenham - Manchester United 2-1
6. Oktober 2017: Liverpool - Manchester United 0-0
7. November 2017: Chelsea - Manchester United 1-0

Jose Mourinho tekur ikki tapið móti Chelsea í dag so tungt. Við Sky Sports sigur hann:

- Vit liggja á æðrumplássi. Ikki fimta-, sætta-,sjeynda-, ella áttanda. Tað eru fleiri lið sum eru í eini torførari støðu enn vit. Átta stig upp til Manchester City eru átta stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo