Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vágatíðindi

Mynd tikin fyri løtu síðani av Gaui H

Brimil fann eina grind suður úr Mykines bygd og eru nú einir 6 bátar hjá grindini.

Av brúnni á Brimli verður sagt at tað gongst væl at reka grindina sum er komin inn um Gáshólm.

Grindin verður ætlandi hildin til í Bø.

Mett verður at grindin er einar 50-100 hval.

Myndin tikin fyri løtu síðani

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo