Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Intrafish skrivar, at norska felagið LiftUp, sum P/F Tjaldur eigur meirilutan í, er væl í gongd við at digitalisera og effektivisera upptøkuna av deyðum fiski í aliringum.

Leiðandi verkfrøðingurin í felagnum, Anders Aadland, sigur við miðilin, at tey síggja størri tørv á at digitalisera og effektivisera mannagongdirnar, og hetta hevur eydnast væl.

Felagið arbeiðir innan fleiri økir við at autimatisera mannagongdir og framleiða útgerð til endamálið, og Anders Aadland heldur, at tey nú eru komin væl áleiðis hesum viðvíkjandi.

LiftUp er størsti veitari innan hetta økið í Noregi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo