Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

"Nest" er felagsheitið fyri tólini sum eru ætlað privatfólki, og sum bæði fevna um roykvarnarar, vakmyndatól, rørslusensorar og ávaringarskipanir av ymsum slagi.

Nú er komið undan kavi, at ein av vørunum, ein rørslusensorur, eisini hevði eina mikrofon innbygda. Trupulleikin var bara, at tað visti tann sum keypti vøruna onki um, tí tað stóð ongastaðni.

The Independent skrivar, at nú er vørulýsingin broytt, og felagsskapurin Big Brother Watch er komin uppí málið. Nú er týðuligt, at ein mikrofon er partur av tí sum tú setur upp í heiminum. Google hevur sagt, at talan var um eitt mistak, og at tað ongantíð var ætlanin ikki at upplýsa um mikrofonina.

- Hetta er ein vøra sum skal verja teg, og so vísir tað seg, at talan heldur er um tað øvugta. Eg haldi at Google skuldi verið revsað fyri skeiva marknaðarføring, sigur Silkie Carlo, sum stendur á odda fyri Big Brother Watch. Fjalda mikrofonin kann vera enn eitt dømi um royndirnar hjá Google og øðrum at savna saman upplýsingar um fólk, sum kunnu brúkast handilsliga, heldur felagsskapurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo