Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Bruttovinningurin vaks 30 prosent, úr 6,6 upp í 8,6 mió kr. Men endaliga úrslitið eftir skatt tíggjufaldaðist, úr 128 tkr upp í 1,27 mió kr, sum er nógv tað mesta síðani 2004 og munandi meira enn miðal fyri hesi árini, sum er eitt hall uppá 8 tkr.

El-in byrjaði virksemið í september 1992, í myrkastu tíðum í nýggjari føroyskari søgu, sum fyritøkan sjálv sigur á heimasíðuni. Men tað kann ikki sigast annað enn, at tað hevur gingið spakuliga men trygt framá øll árini. 

Starvsfólkakostnaðirnir eru sum vera man øktir hesi árini, í fjør rindaði fyritøkan góðar 6 milliónir í lønum umframt smáar 300 tkr í partafelagsskatti. Rentuberandi skuldin er góðar 6,6 mió kr og eginognin við árslok í fjør stívar 6 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo