Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Tað er gott at frætta, at lærlingaskipanin nú verður styrkt og ment til tað betra.

Hetta er gjørt í einari trípartasemju, sum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini undirskrivaðu í gjár 24. juni í Vinnuhúsinum, um yrkisútbúgvingarøkið. Eitt nú er ætlanin at stytta skúlaskeiðið, títtari upptøka og hækking í stuðlinum til lærlingar.

Málið við hesum tiltakinum er at styrkja verandi skipan og fáa fleiri lærlingar á arbeiðsmarknaðin og skapa betri útbúgvingarmøguleikar.

Hetta er eisini júst nakað av innihaldinum í tí uppskoti, sum Sambandsflokkurin legði fyri løgtingið í seinastu tingsetuni, men tá fekst ikki undirtøka fyri tí.

Tí fegnast vit í Sambandsflokkinum um, at lærlingarskipanin nú verður stykrt og ment -  til gagns fyri tey ungu, arbeiðsmarknaðin og samfelagið.

Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo