Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Havstovan: Týsdagin 4. september skipaðu Searica, ið er ein felagsbólkur hjá ES, og H2020-verkætlanirnar Blue-Action og AtlantOS fyri einum kunningarfundi um støðuna hjá sonevnda “Golfstreyminum”. Fundurin hevði heitið “The slowing Gulf Stream? What we know and potential impacts” og varð hildin í hølum hjá Evropatinginum.

Karin Margretha H. Larsen, deildarleiðari á Havstovuni, luttók á fundinum, har hon kunnaði um rákið tvørtur um Grønland-Skotland-ryggin. Saman við granskingarstovnum í okkara grannalondum hevur Havstovan síðani seinnu helvt av 1990’unum regluliga gjørt kanningar av hesum rákinum. Kanningarnar vísa, at rákið tvørtur um Grønland-Skotland-ryggin sum heild hevur verið sera støðugt hesi árini, men síðstu tvey árini hava broytingar verið at sæð í hita- og saltinnihaldi, sum ikki hava verið áður. Á fundinum kunnaðu granskarar úr øðrum londum harafturat um, at rákið longur suðuri í Atlantshavið tykist vera viknað, og um hvussu heita rákið í “Golfstreyminum” ávirkar veðurlagið í Norðurevropa eins og útbreiðslu av havísi í Barentshavinum.

Meiri er at lesa um kunningarfundin á heimasíðuni hjá Blue-Action, og á heimasíðuni hjá Havstovuni ber til at lesa meiri um leiklutin hjá Havstovuni í teimum báðum verkætlanunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo