Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Tað er vandi fyri, at frísk menniskju gerast sjúklingar, um tey fylgja ráðunum hjá danska Hjartafelagnum og taka heiluvág fyri at fáa kolesteroltalið niður.

Tað skrivar danskur granskari í eini viðmerking í Politiken.

- Saman við 15 altjóða serfrøðingum (helvtin professarar) skrivaði eg til dømis ein grein í einum av heimsins mest viðurkendu medisinsku tíðarritum, har vit dokumenteraðu, at fólk við høgum LDL-kolesterol (tað hættisliga), sum eru farin um 60 ára aldur, liva longri enn fólk við normalum ella lágum LDL.

- Okkara grein var endurgivin í fleiri enn 100 bløðum um allan heimin. Okkara grein byggir á eina analýsu av 19 studium, har fylgt hevur verið við 68.000 frískum, eldri fólkum í fleiri ár eftir at hava mált teirra kolesteroltal.

- Í teimum studiunum, sum umfataðu 92 prosent av luttakarunum, var tað ein fyrimunur at hava høgt LDL-kolesterol, og einki av studiunum vísti, at tað ónda kolesteroli er hættisligt.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo