Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tiltøk

Landssjúkrahúsið: Í morgin bjóðar Landssjúkrahúsið til spennandi Granskingardag. Hetta er sjeynda árið á rað, at Granskingarnevndin skipar fyri Granskingardegi á Landssjúkrahúsinum, og aftur í ár verður boðið til eina fjølbroytta skrá við spennandi fyrilestrum.

Marija Todorovic fer at greiða frá sínari gransking í blóðeitran. Bjarni á Steig greiðir frá arvagongdini innan illkynjaðar blóðsjúkur, og August Wang hevur staðið fyri umfatandi granskingararbeiði av ADHD, títtleika, ílegukanningum og heilivágnýtslu í sambandi við ADHD.

Harumframt kemur serligur gestur at greiða frá, hvussu kropslig rørsla kann virka sum heilivágur á kroppin. Tað er kendi danski læknin og heilsugranskarin Bente Klarlund, sum kl. 14.30 kemur at hava fyrilestur um evnið.

Fyri at luttaka á Granskingardegnum skulu luttakararnir gera ein postara um sítt arbeiði. Hesir kunnu síggjast á framsýningini, ið verður sett upp í sambandi við dagin. Móti endanum av degnum verður vinnandi postarin funnin.

Tiltakið er alment og ókeypis og byrjar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum í hósdagin kl. 13. Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo