Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Alt peikar rættan veg hjá føroyska bankanum, men partabrævið er fangað í einum tómrúmi til greiða fæst á nýggju kapitalkrøvunum frá Fíggjareftirlitinum. Tað skrivar Steen Albrechtsen í eini greining, hann hevur á síðuni hjá Dansk Aktionærforening.

- Góða gongdin sæst ikki aftur í kursinum, sum annars hevði verið nátúrligt. Men tað er tí, at bankarnir bíða eftir, hvussu nýggju kapitalkrøvini fara at raka. Bankin er fangaður í ongamannalandi, skrivar greinarin og vísir á, at BankNordik, hóast hann ikki er nakar stórur banki í donskum samanhangi, er útnevndur til sonevndan SIFI stovn. Tað merkir í stuttum, at hann hevur serligan týdning fyri samfelagið har hann virkar, og tí er undir herdum krøvum, so hann skal vera í minni vanda fyri at fara av knóranum. 

At vera SIFI stovnur hevur vanliga eisini fyrimunir við sær, eitt nú atgongd til bíligari fígging, men hesar fyrimunirnar fær BankNordik ikki fullan lut í, tí bankin er so lítil.

Greiða fæst væntandi á spurninginum um kapitalkrøv síðst í hesum árinum, men áðrenn tað fær BankNordik ikki meldað greitt út, eitt nú um hvat vinningsbýti partaeigarar kunnu vænta sær.

Steen Albrechtsen vísir á, at lyklatølini hjá føroyska bankanum eru góð. Og hann heldur, at ein rættari kursur liggur áleið 125 krónur fyri partabrævið heldur enn tær 116 krónurnar, partabrævið kostaði, tá greiningin varð skrivað (nú er hann 114 krónur, red).

- Tá tú kanst keypa 1 krónu av eginpeninginum fyri 65 oyru er tað ein spurningur um tol. Men spurningurin er hvussu nógv tol, so leingi sum vit ikki kenna kapitalkrøvini, skrivar Steen Albrechtsen, greinari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo