Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Í morgin byrjar umfatandi arbeiðið hjá Tórshavnar kommunu at bøta um kloakkviðurskiftini í miðbýnum.

Kommunan fer at leggja nýggja spillivatnsleiðing, regnvatnsleiðing og vatnleiðing í Tróndargøtu og partvís í Sverrisgøtu.

Arbeiðið inniber legging og tyrving av leiðingum og vatnleiðing umframt legging av nýggjum kantsteinum og asfaltering av vegi og gongubreyt.

Arbeiðið byrjar mikudagin 17. oktober og verður liðugt síðst í mars 2019. Meðan arbeitt verður, kann roknast órógv í ferðsluni og vegir stongdir.

Kommunan heitir á fólk í bili um at vísa varðsemi, tá ferðast verður í økinum hetta tíðarskeiðið.

Arbeiðsætlan
Teinur 1: Arbeitt verður í Sverrisgøtu og partvís Tróndargøtu frá 17. oktober til 7. november 2018.

Teinur 2: Arbeitt verður í økinum millum FK og Tróndargøtu og niðan móti Jóannesar Paturssonar gøtu í tíðarbilinum 8. november 2018 til 25. januar 2019.

Teinur 3: Arbeitt verður í Tróndargøtu frá 28. januar til 29. mars 2019. Arbeiðið verður gjørt í trimum strekkjum á umleið 20 m.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo