Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Grønlendski stjórnarflokkurin, Siumut, vil knýta tættari bond til USA og Kina við grønlendskum umboðsstovum í londunum báðum.

Við Berlingske sigur Ane Lone Bagger, sum er landsstýriskvinna við ábyrgd av uttanríkismálum, at tað hevur stóran týdning fyri samhandilin, at grønlendskar umboðsstovur verða settar á stovn, og hon hevur Føroyar sum fyrimynd.

- Føroyar lótu upp sendistovu í Kina fyrr í ár, og tá vit kappast við Føroyar um at selja fisk í hesum londum, so mugu vit vera við eisini, sigur Ane Lone Bagger við Berlingske.

Hon viðgongur, at stóri áhugin sum bæði Kina og USA hava víst Grønlandi í seinastuni eisini ger sítt.

- Vit mugu smíða nú ímeðan áhugin er har, og tað nýtist ikki at vera nakar trupulleiki fyri ríkisfelagsskapin, sigur hon.

Grønland hevur sum er eitt umboð á donsku sendistovuni í Washington. Men tað er ikki nóg nógv, og nýggja sendistovan skal liggja í New York.

Og áhugin gongur báðar vegir, tí USA váttaði í mai, at har verður arbeitt við at lata upp konsulát í Nuuk.

Berlingske hevur spurt Jeppe Kofod, men hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki.

- Danmark fer at stuðla Grønlandi í hesum, tí tað fer óivað at vera ein fyrimunur fyri samhandilin hjá Grønlandi, sigur Jeppe Kofod við Berlingske.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo