Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vágatíðindi

Sum fólk helst hava lagt til merkis, so eru ljósperur hongdar á gróthúsini við Gróthústanga við Vatnið. Tað eru Miðvágs Bóltfelag og Eik Banki, sum aftur í ár hava tikið stig til at pynta gróthúsini niðri við Vatn í Vágum. 

Tað er fyri at seta gomlu húsini, sum minna okkum á eina gamla farna tíð, í miðdepilin, og til gleði fyri øll tey, ið ferðast framvið, siga fyrireikararnir.

Myndir Eik Banki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo