Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway
Tónleikur

G! festivalurin: Er festivalurin veruliga byrjaður, fyrr enn Grundin opnar? Tað var í gjárkvøldið spikafeitasti náttklubburin fór av bakkastokki. Klokkan 23:30 lat Phat Phil Cooper dyrnar upp.

Aftan á tekur Simon Littauer yvir. Tað einasta ummælarar kundu seta fingurin á hjá Littauer, tá hann framførdi á Roskilde í 2018, var, at hann framførdi um dagin. So mann hann ikki vera í essinum, tá hann byrjar klokkan 01:30?

Síðani framførir viðurkendi produsarin og DJ ANNA LANN. Og tá hon fer í holtur við Grundina klokkan 02:30, ja, hvør veit so, nær tað endar?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo